Um søvnini

Báta- og Listasavnið er, sum navnið sigur, bæði bátasavn og listasavn.
Á niðaru hæddini er bátasavn og ovaru hæddini listasavn.
Les meira niðanfyri her

Bátasavnið

Stíg inn í søguna um føroyska bátin.

Uppliv siðbundnar útróðrarbátar úr Leirvík – og síggja Føroya elsta varveitta árabát.

Á Bátasavninum upplivir tú søguna um føroyska útróðurin og lívið hjá monnunum, sum róðu út úr Leirvík. Frá umleið 1890 til 1945 fóru áleið 40 leirvíkingar á hvørjum ári til Íslands, har teir fiskaðu út frá Vattarnesi á Eysturlandinum. Har búðu teir í einføldum kroysum gjøgnum summarið og komu heim aftur til Føroya um heystið.

Bátarnir á savninum hava verið partur av hesum lívinum, og hvør teirra hevur sínar egnu søgur knýttar at monnunum og fiskiskapinum.

Á savninum sært tú eisini Hvanngarð, sum syðrugøtumenn áttu, og sum verður mettur at vera Føroya elsti varveitti árabátur, smíðaður umleið 1830.

Listasavnið

Størsta almenna savnið av málningum eftir Jóannis Kristiansen – tann føroyska impressionistin

Listasavnið er í ovaru hæddini av Báta- og Listasavninum og hýsir einum savni av málningum eftir listafólk úr Leirvík.
Her er millum annað størsta almenna savnið av málningum eftir Jóannis Kristiansen (1918–1988), ofta nevndur tann føroyski impressionisturin, sum í sínum verkum fangar sermerkta føroyska ljósið og landslagið.

Á savninum eru eisini verk eftir Sámal Toftanes, eisini kallaður Leirvíksmálarin, og onnur lokal listafólk.

Stað og upplatingartíðir

Kulibakki 8, FO-520 Leirvík

1. mai – 1. september:
Mán – Hós kl. 13:00 – 16:00
Annars eftir avtalu

© Copyright 2026. Báta- og Listasavnið. All Rights Reserved.

Location

Beanstreet Brews

742 Maple Avenue

Greenwood District

Portland, OR 97205

Location

Barista's Palace

128 Brick Lane

Shoreditch

London, E1 6RL

Contact