Konsert: Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann

June 03, 20261 min read

Konsert við Moniku Stauss Joensen, violin

og Andrea Stauss Hofmann, orgul, klaver

Týsdagin 23. juni klokkan 20.00 verður konsert á Bátasavninum í Leirvík við violinleikaranum Moniku Stauss Joensen og klaverleikaranum Andrea Stauss Hofmann. Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og virka sum violinlærari innan musikkskúlan. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

Tey seinastu árini hava tær baðar regluliga spælt konsertir kring Føroyar, samstundis sum tær eru sera virknar í Sveis, tá ið Monika vitjar har.

Monika og Andrea byrjaðu at spæla violin og klaver sum sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zúrich.

Tær spæla tvær almennar konsertir saman í Føroyum í ár. Tann fyrra verður týsdagin 23.juni kl 20 á Báta- og Listasavninum í Leirvík.

Tann seinna verður í Riberhúsi í Fuglafirði, hósdagin 25. juni kl 20.

Konsertin á Bátasavninum í Leirvík er partur af Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónarskald aftur í ár skipar fyri við konsertum kring alt landið.

Atgongamerkir á kr 50 fást við dyrnar, børn ókeypis atgongd og aftaná konsertina er ein ókeypis kaffimunnur at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Back to Blog