Konsert við Martin Joensen
Martin Joensen konsert
Leygarkvøldið 28. november kl. 20 verður ein serlig tónleikauppliving á Bátasavninum. Tá kemur Martin Joensen saman Sakaris og svigarsóninum Ólavi Gaard at spæla konsert.
Martin Joensen er ein av okkara mest elskaðu sangskrivarum. Í meira enn 40 ár hevur hann ríkað føroyskan tónleik við sangum, sum hava vunnið sær eitt serligt pláss í hjørtunum hjá føroyingum.
KEYP HER
Sangir sum Morgun, Ró, Svarti ravnur og Uttan teg eru bara nøkur dømi úr rúgvini av sangum, sum eru vorðnir partur av okkara felags sangskatti og samleika. Martin lýsir lívið í øllum brigdum – kærleika og longsul, gleði og sorg, álvara og skemt, deyða og lív.
Martin eigur 36 sangir í Grønu sangbók, eins og og hann hevur skrivað sálmar, sum hava fingið innivist í føroysku sálmabókini og sangbókini hjá Brøðrasamkomuni.
Frá tíðini við Vestmonnum til sínar mongu soloútgávur hevur Martin sett djúp spor í føroyska tónleikasøgu.
Hesa ferð hevur hann sonin Sakaris og svigarsonin Ólav Gaard við sær á pallin.
Í hugnaligu og søguríku kørmunum í Bátasavninum fáa vit høvi at uppliva sangskattin hjá Martini í eini nærverandi og inniligari konsert.
Einans fá atgongumerki verða sett til sølu. So tað er at bera skjótt at.
Leygardagin 28. november 2026 kl. 20.00
Bátasavnið, Kulibakki 8, Leirvík
Atgongumerki:
225 (+10 kr avgjald)
KEYP HER