Hugnakvøld á Bátasavninum 23. november: Martin Fjallstein um kvinnulagnur
Hugnakvøld - Martin Fjallstein fortelur um bygdakvinnur og kvinnulagnur
Bátasavnið, mánakvøldið 23. november kl 19.30
Konufólkið - bygdarkvinnur og kvinnulagnur
Martin Fjallstein fer at siga frá lívskorunum hjá konufólkinum í bygdini, gentum, tilkomnum og gomlum. Nakrar kendu vit ella minnast, aðrar livdu fyri mongum árum síðani. Ikki er ætlanin at gera mannamun, men nakrar kvinnur verða nevndar sum dømi um, hvussu lívskorini kundu hátta sær.
Sólgerð og Juel spæla til felagssangin. Komið og syngið við um gentuna, kvinnuna, mammuna og ommuna.
Tórhild Bjarkhamar og Annika Djurhuus syngja tveir sangir saman við gittarspæli.
Ingvard er aftur tøknfrøðingur. Vit hava góða mikrofon, so væl hoyrist. Lat tað tí ikki darva tykkum at koma.
Øll eru vælkomin.
Atgongumerkið á Bátasavninum er 100 kr.