Hugnakvøld á Bátasavninum

Hugnakvøld á Bátasavninum
Nær og hvar: Týskvøldið 10. mars kl 19.30 á Báta- og Listasavninum í Leirvík
Felagssangur, solosangur, tvær frásagnir og steðgur við drekkamunni og práti. Væl komin á áhugaverdan fund!
Vit minnast teir gomlu røktingarmenninar t.d. Høgna Høgnesen á Toftanesi, Tummas Samuelsen undir Húsunum og Tórur, sonur hansara, og Andras Lilaa á Áargarði. Gamli Høgni við sínum síða skeggi, í húgvu, koti og vadmalsbrókum var ímyndin av røktingarmanninum, sum fór til fjals í øllum veðri at lívbjarga seyðinum. Eitt annað orð fyri røktingarmaður er seyðamaður. "Tað sótu seyðamenn á vakt..."
Tað er ein verð, sum fáum er unt at liva í. At røkja seyðin, eygleiða hann og vera hjá honum í góðveðri, og tá ið hart leikar á og hart er at skava. Røktingarmaðurin og seyðurin er tí ein mynd vit væl skilja, tá ið hon verður brúkt í halgubók. Myndin um tann góða hirðan, seyðafylgi, um seyð og lomb.
Í kirkjuni kann altartalvan eisini vera hin góði hirðin. Í nýggju kirkjuni í Leirvík var altartalvan kortini páskamorgun við Jesu uppreisn. Frá barnsbeini vandust vit við hesa altartalvuna, sum páskadag fekk sítt serliga lív.
Hetta hugnakvøldið verður sagt frá altartalvum víða hvar. Hví eru tær har og boðskapurin í teimum. Tann gamla altartalvan í bygdini eigur nógvar systrar í donskum kirkjum og upprunin er úr Slotskirkjuni í Hillerød. Nógv onnur dømi um gamlar og nýggjar altartalvur verða eisini umrøddar. Ein av teimum er tann nýggja í Leirvíkar kirkju.
Jógvan við Keldusitur við klaverið og spælir til felagssangin
Elly Justinussensyngur einar tveir sangir solo fyri okkum
Jóan Magnus Rasmussensigur frá um tað at vera røktingarmaður, um mannin og seyðin. Í hesi áhugaverdu frásøgn sipar Jóan Magnus eisini til tann góða hirðan og seyðin í bíbilskum høpi.
Martin Fjallsteinsigur frá altartalvunum í bygdini, í grannabygdum og t.d. í Vík, Hattarvík, Oyndarfirði og Vestmanna. Eisini eru dømi úr donskum kirkjum, sum hava skyldskap við okkara.